Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Í fleiri mánaðir eru nøvn, sum fara at framføra á G! í ár, kunngjørd. Við hesum kunngera vit nú tey seinastu fýra nøvnini av tónleikaskránni, og vit gleða okkum at uppliva yvir 40 nøvn saman við tykkum í Gøtu dagarnar 18.-20. juli í ár!

Silvurdrongur
Tá ið Silvurdrongur kom á banan visti tú skjótt, at her var ein av hasum heilt serligu, sum tú um 20 ár enn fert at práta um.

Ein slóðbrótandi yrkjari, rappari og fjøllistamaður, sum stillisliga hevur brotið mørk við sínum tónleiki og sjónbondum. Føroyska málið verður brúkt til fulnar, og rapphátturin er ikki ein roynd at vera sum nakar annar. Silvurdrongurin er bara púra sín egni.

Framførslan á G! verður sanniliga nakað heilt serligt, tí júst tá kemur nýggja heildarútgávan "nú æt eg eftir ánni” út.

Gleð teg til nýggjar tónar frá Silvurdronginum á G!

Himmerland (DK/FO/SE/SCO)
Fólkatónleikarabólkurin Himmerland er sum ferðafuglurin - hin gamli vinurin, ið kemur aftur á vitjan.

Hettar er undurfullur fólkatónleikur, sum blandar gamlar danskar vísur við lívligt fiólspæl og fría framførslu. Konsertin er fingin í lag í samstarvi við Summartónar, sum hvørt ár gevur eitt sera gott íkast til skránna á G!.

øll, sum dáma fólkatónleik og gott huglag eiga at koma til hesa konsertina á G!

Die Færøsche Polka Band
"Tað skuldi bert verða eitt tónleikabrot til eina veitslu" - soleiðis byrjaði tað.

Burtur úr hesi tilvild spratt messingbólkurin Die Færøsche Polka Band, sum megnar at lata allan hugsandi tónleik í knæbuksur og tyrolarahatt.

Og hvar fara tey at spæla? Tað vita vit við vilja ikki enn! tí hettar verða støkk upp konsertir, sum fara at spreiða gott lag ymsastaðni á økinum.

Pepp! Pepp! ... Polka er stuttligt og G! verður stuttligt!

üBERNøRD
üBERNøRD bjóðar inn til rimmar dansiveitslu, har tínar iljar verða kitlaðar við einum tølandi miksi av disko og tess mongu síðugreinum. Feitar rútmur, funkuttir klassikkarar og góður hýrur.

Finn tær brúllkremið og leðurjakkan fram, tí vit fara at dansa á G!

Tað er nú greitt, at hesi spæla á G! Highasakite (NO), Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), Teitur (FO), Swangah (FO), Jamie Grey (UK), The Longest Johns (UK), Specktors (DK), Omar Souleyman (SY), JJ Paulo (DK/TZ), Personal Trainer (NL), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Enekk (FO), Plúmm (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE), Rangar Finsson (FO), GRÓA (IS), Das Body (NO), Einangran (FO), Konsørn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) Nelly Moar (NO) Playmo (FO), Silent Disco Club (NO) Spælimenninir (FO) DJ Quien (BO/DE) Samba Touré (ML) James Blames (SCO/FO) Songs From Tin Pan Alley (DK) Silvurdrongur (FO) Himmerland (DK/FO/SE/SCO) Die Færøsche Polka Band (FO) og üBERNøRD (FO).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo