Á mentanarnáttini fríggjadagin 7. juni verður summarmarknaður í Lítlaskúla við alskyns spennandi virksemi fyri alla familjuni.
Her verða skapandi verkstaður, framførslur, spæl, andlitsmáling, sølubúð, kafé og loppumarknaður.
Eisini sleppa vit at uppliva fleiri kend andlit innan bæði ítrótt og tónleik.
Hugskotið til tiltakið kom frá næmingaráðnum í skúlanum, sum hevur umboð úr øllum flokkunum frá 1.-6. flokk. Tey ynsktu at skipa fyri tiltaki fyri at savna pening inn til at fríðka um skúlagarðin og betra um spæliplássið í skúlanum. Lítliskúli leggur stóran dent á at næmingarnir skulu hava ávirkan á sín gerandisdag í skúlanum m.a. við at leggja eitt miðvíst arbeiði í næmingarráðið og í so stóran mun sum gjørligt at samstarva við tey um at útinna teirra hugsjónir fyri skúlan. Summarmarknaðurin er eitt frálíkt dømi um hetta.
Sí skránna niðanfyri og á facebook og heimasíðunum hjá Lítlaskúla.
Um viðrar, verður summarmarknaðurin úti, men um forsøgnin ikki er nóg summarslig, verður hann
fluttur inn.
Skrá:
14.00-17.00 Loppumarknaður
14.00-17.00 Kaféin er opin
14.00-17.00 Sølubúð við hongdjørdum smykkum, prentum, rabardusaft, grønmetisspírum o.ø., sum næmingarnir á skúlanum hava gjørt.
14.00-17.00 Andlitsmáling
14.00-17.00 Verkstaður: Ger eitt grashøvd
14.00-16.00 Gakk á línu
14.00 Felagskórið syngur
14.15 Sjónleikur: Klintrimús
15.30 Konsert við m.a. kórinum hjá Guðruni Sólju, Flóvini o.ø.
16.00 Sjónleikur
16.15 Telva við Luitjen Akselssyni Apol
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo