Eitt gott hjúnarlag krevur, at annar hjúnarfelagin er blindur og hin er dulur
- Bulgarskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir leiðara, sum hevur førleikar, áhuga og hegni at átaka sær at standa fyri og samskipa frítíðarundirvísingina í Sørvágs kommunu.

Starvið er parttíðarstarv og verður sett frá 01. august 2024.

Sørvágs Kvøldskúli grundar sítt virksemi á løgtingslóg um frítíðarundirvísing, sum ásetir, at kommunan skal seta á stovn almanna og serstaka frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi í einum vavi, sum er hóskandi og tørvur er á. Frítíðarundirvísingin stendur øllum borgarum í kommununi í boði.

Sum leiðari fyri frítíðarundirvísingini er avgerandi, at tú dugir at fyriskipa, kveikja og samstarva.

Sum leiðari vænta vit, at tú framhaldandi mennir frítíðarundirvísingina og skipar undirvísingina eftir tørvi, men við atliti til játtanarkarmin til frítíðarundirvísingina hjá Sørvágs kommunu.

Umsøkjarar skulu helst hava læraraútbúgving ella aðrar samsvarandi førleikar.

Setanar- og lønarviðurskiftini verða eftir avtalu við Sørvágs kommunu.

Umsóknin skal sendast til sorvag@sorvag.fo ella sum bræv til Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 380 Sørvágur.

Umsóknin skal verða Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. juli  2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skúlastjóran á tlf. nr. 233221.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo