Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vit leita eftir einum dugnaligum starvsfólki til flutningsfyritøku okkara.

Um starvið:
Arbeiðið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði so sum avgreiðing av ordrum, kundarøkt, telefon og tollavgreiðsla v.m.

Tað er ein fyrimunur, ikki ein treyt, at tú hevur royndir á økinum og royndir innan søluarbeiði.

Førleikakrøv:
- Vit vænta

- At tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving

- At tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og hevur áhuga og áræði til  at arbeiða á skrivstovu

- At tú ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn og tolir at arbeiða undir trýsti

- At tú hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu- bæði á føroyskum, donskum og enskum máli

- At tú hevur góðan telduførleika

Setanarviðurskifti:
Vit hugsa okkum eitt fulltíðarstarv, tó er møgulleiki við niðursettari tíð.

Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.

Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til johann@norlink.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. juli 2024.

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin, at seta teg í samband við Jóhann Simonsen á tlf. 588288.

Um Norlink Cargo Express
Norlink Cargo Express er ein vøruflutningsfyritøka, ið veitir flutningsloysnir fyri fyritøkur, stovnar og privatar kundar, bæði loft- og sjóvegis, hurð til hurð samt tollavgreiðsla o.l.  Vit hava egna deild í Keypmannahavn, terminal í Århus og eru partur av stórum globalum netverki, sum ger tað gjørligt, at heinta og senda vørur um allan heim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo