…hmm…ein røða á danska tinginum í farnu viku sýnist at hava loyst føroyingar úr eini samvitskuklemmu…íðan hevur skilið við Miðjarðarhavsbotn verið soleiðis teir seinastu átta mánaðirnar…fleiri enn færri kent seg sum lúsina…kroyst millum eitt í miðstættarsinnið djúpt miðlað agg av øllum muslimskum í Evropa øðrumegin… og so henda fortreðiliga afturatmiðlaða ampan hinumegin av tí blóðiga kríggi, ísraelska stjórnin førir móti Gasa-búgvum í hevnisøku fyri yvirgangsálopið hjá Hamas sjeynda oktober í fjør…
…tað fór eitt sovorðið suff av lætta gjøgnum kongsríkiligar miðlar dagarnar eftir røðuna…í eini besnissaðari orðavend fábroyttist ein samansettur veruleiki til okkurt, ið samvitskan kundi taka so fittliga…og tað stóð ikki á…har varð kastað upp á nakka…har varð stytt upp á nøs…á øllum politiskum vegamótum…ja, gud forbarmi seg fyri tann, sum ikki tók við hesi loysnarnáði…orðaleyst…
… nú varð Salman Rushdie…óavvitandi…drigin uppí…myndmálsliga…ísraelski státurin…sambært røðaranum…ein Salman Rushdie millum heimsins lond…henda myndmálsliga heiður fekk hesin… sjálvt hjá teimum, ið aldri hava lisið stav eftir hann…víðgitni høvundurin valla fyri sína gløggskygdu skriving um tað at vera ímillum ein indiskan uppruna sum muslimur og so ta vesturlendsku siðmenning, hann hevur livað, síðan hann blaðungur varð sendur til Onglands at útbúgva seg miðskeiðis í trýssárunum…
…nei, heldur mundi tað vera fyri ta offurhugmynd av Salman Rushdie, ið hevur miðlafest seg í vesturlendskt minni, síðan tann gudiligi alræðisharrin Khomeini… við eini fatva… dømdi hann til deyða í nítjanhundrað og níggju og fýrs…ein deyðadóm, ein ungur amerikanari av libanskari ætt vildi at útinna við knívi, tá ið Salman Rushdie tólvta august í tvey og tjúgu helt fyrilestur á eini ráðstevnu á Chautauqua mentunarstovninum í New York-fylki …Salman Rushdie slapp tíbetur við lívinum, men fekk álvarsligar løstir og misti sjónina á øðrum eyganum…
…ikki tí…sum so væl skiljandi…ið hvussu er frá einum orðfimissjónarmiði… at taka til Salman Rushdie í eini røðu hildnari við tí endamáli at javna samvitskuna hjá móttakaranum burtur úr fyrrnevndu klemmu…
…og kortini…
…síðan álopið á Chautauqva mentunarstovninum er Salman Rushdie…myndliga talað…at líkna við Óðin…tann málsins gud, ið hekk níggju nætur í deyðans niðu…annað eygað er í høvdinum og hitt í skaldskapinum, haðani tað sær um allar heimar og teirra tvørsagnir…røðarin á danska tinginum hinvegin hevur…politiskt…gaman í annað eygað í heysinum, men hitt í fáfongdini, haðani tað sær lítið annað enn vegir til atkvøðuna…
…ella øðrvísi sagt…kanska áttu føroyingar at latið samvitskulættan runnið av sær…í minsta lagi so leingi, at teir gáa eftir tí, sum ikki varð sagt í røðuni í danska tinginum hetta kvøldið í farnu viku.. ja, funnu tol og treysti til at síggja skilið við Miðjarðarhavsbotn…tann samansetta veruleika tað er, var og verður…ikki í tí pallljósi, ið nær sum helst er hentast politiskt…men í einum dagslýsi av ábyrgd og óblindum vilja til at duga á at skyna, hvussu mangt hongur saman…heima sum úti…óheft av ynskjum og innbilningum okkara annars…
…tí skal fólkaræðið alt vera á útsíðuni og bert duga til at umbera fordómar og dylja tað, sum rennir ímóti í søgu og samtíð…tá ger tann lyktapelin so satt myrkur um seg…og ikki ljós…
…spyrst, so livst…
Cjj
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo