Talið av fosturtøkum millum tannáringar minkaði við 66 prosentum millum 2000 og 2023 í Finnlandi, sambært heilsumyndugleikunum.
Ein av orsøkunum er ókeypis fyribyrging.
Talið av forsturtøkum minkaði við 66 prosentum til 722 forsturtøkur í 2023 úr 2144 forsturtøkum í 2000 millum allar tannáringar 19 ár og yngri.
Millum tey 18 ára gomlu og yngri minkaði talið 78 prosent sama tíðarskeið, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo