Ein stórur riðil av dreingjum, einir 15-20 í tali, stjólu bensin úr bilum í Havn síðstu nátt.
Okkurt bendir á, at dreingirnir ætlaðu at brúka bensinið til sínar skutarar, sigur politiið.
Ein maður sá teir og segði politinum frá. Tað var nakað fyri klokkan 4 í morgun. Tá høvdu dreingirnir fingið hendur á nakað av bensini.
Dreingirnir eru allir undir 18 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo