Semingin hjá Semingsstovninum hevur ikki borið á mál, og tí er brennandi spurningurin, um partarnir ikki sjálvir eiga at taka ábyrgd av sáttmálaøkinum og sessast aftur við borðið fyri at finna loysnir.
Tað vóru ikki fakfeløgini, sum reistust frá borðinum og endaðu samráðingarnar 3. mei. Okkara vilji til samráðing hevur allatíðina verið til staðar, og er tað enn. Tað vóru ikki vit, sum góvu skarvin yvir við samráðingarborðið. Tað vóru arbeiðsgevarnir, sum boðsendu semingsmannin, tí teir ikki sóu seg førar at fullføra uppgávuna.
Vit eru altíð til reiðar at sessast við samráðingarborðið, tí tað er har, at slagið skal standa, og tað er har, at semjur skulu finnast.
Okkara fremsta uppgáva sum fakfelag er at skapa livilig kor fyri verkafólk, og tað stríðast vit á øllum alvi fyri í hesum døgum, og okkara krøv eru púra greið. Tað merkir tó ikki, at vit ikki vilja vísa góða vilja til at finna eina semju við samráðingarborðið.
Georg F. Hansen, Heri Reynheim, Jastrid W. Niclasen og Absalon Hansen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo