Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Kappingareftirlitið søkir eftir einum búskaparfrøðingi at byrja 1. september 2024 ella skjótast til ber.

Kappingareftirlitið umsitur løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping, við seinni broytingum.

Lógin hevur til endamáls, við virknari kapping, at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.

Búskaparligar greiningar eru ein týðandi lutur í arbeiðinum hjá Kappingareftirlitinum. Bæði sum sjálvstøðugar frágreiðingar um kappingarviðurskifti á marknaðum og sum partar av próvførsluni í málum um brot á kappingarlógina.

Kappingareftirlitið er fyrisitingarliga skipað saman við Vinnustovninum.

Starvið
Starvið fevnir í høvuðsheitum um, at:

- gera búskaparligar greiningar í sambandi við marknaðarkanningar, sbrt. §29a í kappingarlógini.

- gera búskaparliga greiningar í sambandi við kanningar av vinnulívsgreinum, sbrt. §29 í kappingarlógini

- gera búskaparligar greiningar í sambandi við mál um brot á kappingarlógina.

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur:

- kandidatútbúgving í búskaparfrøði frá hægri lærustovni, t.d. cand. polit. ella cand. oecon.

- góð analytisk og støddfrøðilig evni

- royndir við størri búskaparligum greiningum.

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir við forritan. Innlit i SQL, Python og MS Power BI er somuleiðis ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

At arbeiða á Kappingareftirlitinum
Á Kappingareftirlitinum verður dentur lagdur á, at arbeiðið, ið stovnurin letur úr hondum, er á høgum fakligum støði. Tí eggja og stuðla vit starvsfólkum okkara at menna sínar førleikar.

Tann setti fær góðar skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikar og fer at luttaka í samstarvinum millum norðurlendsku kappingarmyndugleikarnar.

Setanartreytir
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við BLF ella annað avvarðandi fakfelag.

Umsókn, lívrensl og prógv skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupost til:
kapping@kapping.fo

og vera stovninum í hendi í seinasta lagi tann 22. juli 2024.

Ynskir tú at vita meira um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Terje Sigurðsson, deildarstjóra á tlf. 556041, teldupost: terjes@kapping.fo ella Sigurd Rasmussen, fulltrúa á tlf. 556044, teldupost: sigurdr@kapping.fo           

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo