Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tess longri kríggið í Gasageiranum varir, tess meira skúgvar heimurin til viks hvønn leiklut Hamas í hesum sambandi spælir. Tað er úrslitið av einari væleydnaðari samskiftisætlan. Kjarnan í Hamas hevur avdúkað hesa ætlan. Meira um hetta seinni.

Vápnahvíld nú; hetta hoyrir eftir hondini til moralska standardin hjá ávísum pørtum av tí føroyska samfelagnum. Hendan samansetingin umboðar ynski um frið: Í Føroyum, í Miðeystra, ja í øllum heiminum. Men hvør vil ikki hava frið? Hendan bláoygda hugmyndin, og tráanin eftir einum betri heimi, skúgvar til viks nakrar sera viðkomandi sannroyndir í áleikandi stríðnum: Gíslarnar og Hamas.

Grátandi og biðjandi sær ein ávirkarar (influencer) á Instagram og TikTok, hvussu teir geva Ísrael skylduna fyri áhaldandi kríggið. Fólkið svøltar, strendurnar javnaðar við jørðina, og hvussu “Israeli Occupation Forces” (soleiðis verður tann ísraelski herurin allýstur) myrðir frá hond hvønn dag.

Og øll onnur sum hava halga seg til friðin, gera akkurát tað sama. Kravt verður at heimssamfelagið ger nakað, ella tey vóna at vápnaveitingarnar til Ísrael steðga. Øll virka tey at verða sera hjálparleys og leika í sum ein fávitska, hví ræðuliga støðan í Gaza ikki endar.

Men orðið sum ein vónleyst gongur runt og leitar eftir er ikki at finna; “Hamas”. Tað er sum um hesin yvirgangsfelagsskapurin ikki er til. Hvørki í Gasageiranum ella á Vestara áarbakka. Í ávísum førum verður hetta orðið havt á loftið, men bara tá tosað verður um ræðuliga blóðbaðið sum hesin yvirgangsfelagskapurin framdi tann 7. Oktobur 2023. Tann styrkin sum hesin felagsskapurin hevði, henda ræðuliga dagin, sær út til at vera fullkomiliga horvin fyri summi. Hjá teimum sum siga seg umboðað friðin, tykjast tað einans vera Ísrael sum kann taka avgerð um vápnavíld, men ikki Hamas. Hendan friðarsamansetingin/friðargongan hevði eisini rímiliga skjótt verið avoldað, um tað veruliga vísti seg, at Gasa og harvið eisini Hamas vildu hava vápnahvíld.

Tískil má tað áhaldandi verða víst á, at Hamas áhaldandi hevur avvíst eitt hvørt tilboð um vápnahvíld, ella hevur sett absurdar treytir. Hetta hendi fyri nøkrum vikum síðani.

Ísrael hevði sagt ja til eina 6 vikur langa vápnahvíld, umframt eitt herfangaumbýti av 700 fangum, harímillum mordarar. Afturfyri skuldu 40 gíslar leyslatast. Kvinnur, børn og eldri fólk. Hetta avvísti Hamas. Viðmerkingin til noktanina var, at vissa kundi ikki veitast fyri at 40 gíslar av hesum slag kundu finnast livandi í Gasa.

Meðan rópað verður hart um “fólkadráp”, so verður ábyrgdin hjá hesum yvirgangsfelagsskapi fullkomiliga skúgvað til viks. Tí tað einasta sum krevst fyri at fáa varandi vápnahvíld og frið, er at Hamas letur seinastu gíslarnar leysar , og treytaleyst gevur seg yvir.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo