Nigel Farage stillar upp til parlamentsvalið í Bretlandi.
Í 2014 var hann kosin máttmiklasti maður á høgraveinginum í Bretlandi, og nú ger hann politiskt comeback og stillar upp til komandi parlamentsval, sum verður 4. juli.
Farage hevur sagt ja til at gerast formaður í Reform UK.
60 ára gamli Farage, sum eisini stjórnaði UKIP, var millum teirra sum gjørdu at Bretland fór úr ES.
Brexit champion Nigel Farage to stand in UK election https://t.co/uTL2B5Bat1 pic.twitter.com/VcnSjfa1fh
— Reuters (@Reuters) June 3, 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo