Frá 17. til 26. august hevur Jóngerð Purkhús áhugaverda framsýning av tekstilverkum í Müllers pakkhúsi. Opið verður hvønn dag frá 14 til 18.
Jóngerð Purkhús, sum m.a. er kend sum fyrsta landsstýriskvinna Føroya - hon sat frá 1985 til 1991 - er fyri stuttum vorðin 80 ára gomul.
Hon hevur seymað í fleiri ár og á framsýningini sýnir hon fram fleiri enn 30 teppi úr vanligari myndastødd til seingjarteppi.
Meira verður at hoyra um framsýningina hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo