Hettar vikuskiftið eru Katrin og Rói Einarsson í Perluni í Tórshavn og sýna fram.
Myndirnar eru 10 í tali, og snúgva seg um yvirnaturligar søgur úr Føroyum.
Myndirnar eru gjørdar við ljósi í rammunum, og tískil skulu upplivast í myrkri. Av tí sama verður Perlan myrkaløgd, og har verður serligt ljóð og stemningur at byggja undir listina.
Katrin og Rói Einarsson eru systkin úr Trongisvági. Tey hava nógv ár av royndum við myndlist millum seg, og havi bæði lisið bachelor í illustratión á Blackpool and the Fylde College í Englandi.
Opningstíðir:
Fríggjadag: 16:00-21:00
Leygardag: 16:00-21:00
Sunnudag: 16:00-21:00
https://www.einarsson.biz/kogr
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo