Seinnapartin hósdagin klokkan 16 letur árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn upp í Müllers Pakkhúsi. Hetta er átjanda árið á rað, at skipað verður fyri hesi framsýning, sum tey síðstu mongu árini hevur hildið til á sama stað.
Hesaferð eru ikki færri enn 140 listaverk við, og er talan um verk eftir bæði kend og roynd listafólk og so tey, ið kanska ikki so ofta hava verið við á framsýningum, og ikki er óvanligt, at listafólk sýna fram fyri fyrstu ferð her. Alt samalt gevur tað eina fjølbroytta og sera spennandi framsýning.
Talan er um eina søluframsýning, so ein partur av søluni fer til eitt vælgerðarendamál, umframt at øll atgongumerkjainntøkan fer sama veg. Sostatt ber til at stuðla einum góðum endamáli við at vitja framsýningina – og ikki minni, um okkurt listaverk verður keypt.
Stuðla skótasmáttu
Í ár hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at allur ágóðin av ólavsøkuframsýningini skal fara til KFUM-skótarnar í Havn, sum ætla at byggja eina skótasmáttu í Havnadali, á leguøkinum Millum Tjarna.
Góðar vónir eru um, at fitt av pengum fæst til endamálið, tí vanliga verður framsýningin væl vitjað, og tey vitjandi plaga at stuðla væl. Nevnast kann, at í fjør fekk KRIS 70.000 krónur og í fyrraárið Føroya Fólkaháskúli 65.000 krónur frá framsýningini.
Eisini tey vitjandi hava møguleika at gera kvettið, tí millum øll atgongumerkini verður drigið um ein málning eftir Bárð Jákupsson, ið Betri hevur latið. Framsýningin er opin hósdagin 27. juli kl. 16-20, ólavsøkuaftan 28. juli kl. 14-20, ólavsøkudag 29. juli kl. 14-20 og sunnudagin 30. juli kl. 14-18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo