Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Innan film er ein serlig listarlig sjangra, ið rópast zombie filmur, sum eru ræðufilmur, har tey deyðu verða livandi. Umframt at verða greiður ræðufilmur, hevur zombie filmur ofta ein satiriskan tóna, ið vil sipa til og kommentera dagsins samfelag.

Hóast sjangran er eldri, verður sagt, at tað var leikstjórin George Romero, ið grundaði hana við filminum ”Night of the Living Dead” í 1968. Í gjár doyði Romero, 77 ára gamal av krabba í lungunum. Hann var føddur í New York og doyði í Ontario í Kanada, har hann livdi og arbeiddi. Pápin var av Kuba og mamman úr Litava.

Romero vann 13 filmsvirðislønir. Í fimm førum varð hann skotin upp at vinna, men uttan úrslit. Kendasta filmstevna av hesum fimm var hin árliga í Venezia, har Romero varð skotin upp at vinna Gyltu Leyvuna fyri filmin ”Survival of the Dead” (2009).

Í Føroyum hevur Jónfinn Stenberg í nøkur á arbeitt við einum zombie filmi, sum er tikin í Havnargøtum við hópin av zombie statistum.

Í ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum stendur um fyribrigdið zombie, at tað er knýtt at fólkatrúgv, og merkir ein uppvakningur, ein sombi, ið er lík, sum er fingið til lívs aftur við gandi.

Wikipeda um Romero: https://en.wikipedia.org/wiki/George_A._Romero

Wikipedia um Night of the Living Dead (1968): trýst her

Wikipedia um zombiefilmar: les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo