Hvítusunnudag kl. 20 hevur Guðrið Poulsen, listakvinna, listaframsýning í Glyvra kirkju.
Guðrið Poulsen er keramikari. Hon hevur arbeitt við skulpturum í tríati ár. Hon hevur sýnt fram her heima og uttanlands, bæði einsamøll og saman við øðrum.
Guðrið hevur greitt úr hondum prýðisuppgávur til eitt nú Miðnámsskúlan í Hovi, Skúlan við Løkin í Runavík, Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommunu.
Tey seinastu árini hava skulpturar hennara snúð seg um temaið – menniskjað sum kropslig vera í verðini.
Hetta gevur seg til sjóndar við ymisk “húsaskap”, ið eru tøtt og ófarandi ígjøgnum, ella lættar og skroypiligar grid-konstruktiónir.
Verkini eru í sínum uppruna geometrisk, men eru tíðuliga merkt av teimum møguleikum og avmarkingum, ið leirið gevur. Temaið gongur aftur í fotomyndum.
Í sambandi við framsýningina í Glyvra kirkju verður eisini tónlist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo