Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Leygarkvøldið 9. september verður frumsýning á Tjóðpallinum av nýskrivaða leikinum ÓMEGD eftir Kristinu Sundar Hansen. ÓMEGD er bygdur á veruligar hendingar úr metsølubókini “Um bara hann sló meg”, eftir Súsonnu O. Skaale, sum í einum setti harðskap í parlagnum ovast á breddan. Ein leikur um, hvussu menniskju megna at reisa seg og finna vegin úr harðskapi í parlagnum.

Hann er fullur og pínligur. Hann kemur dansandi ímóti mær við eini sigarett í hondini. Eg standi og tosi við nakrar vinkonur og menn teirra. Hann brennur sigarettina í armin á mær, og sigur: “Hetta fært tú afturfyri, at tú ikki uppførir teg ordiliga ímóti mær.” Tey síggja tað øll. Eg veit ikki, um eg skal gráta av pínu ella skomm. - Úr leikinum ÓMEGD

Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið siga sínar søgur um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er ímillum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvørjum øðrum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá, hvat hendir, tá parlagið fer av kós, og harðskapurin tekur yvir.

Um tú vart ein kona og hon ein maður, hevði tað ikki verið nakað ivamál um, hvat hetta er fyri nakað”, sigur hjúnabandsráðgevin við meg. Alt í einum gongur tað upp fyri mær, og eg skilji hvat hetta er fyri eitt parlag. Hví skuldi tað verið øðrvísi, bara tí at eg eri ein maður? - Úr leikinum ÓMEGD

Harðskapur í parlagnum verður ofta lýstur sum menn, ið buka konu sína. Hetta er eitt eyðkenni við harðskapsraktum parløgum, men harðskapur hevur fleiri eyðkenni; eitt nú tann ósjónligi, sálarligi harðskapurin, ið kvinnur eins væl og menn kunnu verða fyri. Niðrandi viðmerkingar og atfinningar, hóttanir, tá ið tað verður rópt eftir tær, og tá tú verður stýrdur ella avbyrgdur frá øðrum. Veruligu frásagnirnar í leikinum siga frá, hvussu trupul, serliga tann sálarligi harðskapurin, er at liva í, júst tí hann er so orðaleysur, óítøkiligur og ósjónligur.

Eg taki meg sjálvan í at ganga sum eitt óttafult, hótt djór. Varliga, fyri ikki at verða fangaður av eini uppøstari ódn, ið gøðist og blívur stór og kraftmikil, bert av einum lítlum mistaki. - Úr leikinum ÓMEGD

Leikurin er ein remediering: ein endurnýtsla av innihaldi úr einum miðli í einum øðrum miðli. Í 2013 gav Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingur, út bókina “Um bara hann sló meg” – fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, og tað eru tvær av hesum frásagnunum, ið nú eru settar á pall. Søgan, ið maðurin í leikinum sigur frá, byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin frá desember 2015.

ÓMEGD
Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard, Hans Tórgarð
Leikrit: Kristina Sundar Hansen
Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen
Pallmynd og búnar: Hansina Iversen
Tónleikur og ljóðmynd: Jón McBirnie
Ljósdesign og video: Turpin Napoleon Djurhuus
Dramaturgur: Barbara Hentze í Stórustovu

Frumsýning 9. september 2017 | 43. leikverk | Leikárið 2017-18

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo