Føroysku listakvinnurnar Lív Ejdesgaard og Rúna Hansen, báðar búsitandi í Esbjerg luttaka á stóru listaframsýningini Art Nordic, sum verður hildin í Lokomotiv Værkstedet við Fiskatorgið í Keypmannahavn komandi vikuskifti.
Har vera 200 framsýnarar. Framsýningin letur upp fríggjadagin kl. 14-17, leygardagin frá kl 11-17 og sunnudagin frá kl 11-17.
Lív og Rúna hava hildið framsýningar saman í mong ár og tær sýna fram málningar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo