Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í dag verða málningar hjá Torbjørn Olsen vístir fram á Ráðhúsinum í Reykjavík. Framsýningin er komin í lag í sambandi við Mentanarnáttina í Reykjavík.

Vanligt er, at føroysk tiltøk eru í sambandi við Mentanarnáttina, t.d. er á hvørjum ári tiltak á føroysku sendistovuni við tónleiki, málningaframsýning, føroyskum mati v.m. Tað er sum partur av hesum, at framsýningin á Ráðhúsinum er komin í lag og eru tað Sendistova Føroya og Listagluggin, ið hava fyriskipað framsýningina.

Á framsýningini eru 20 málningar, sum eru serliga málaðir til høvið. Myndevnini eru úr ymiskum støðum í Tórshavn, gentu- og kvinnumyndir, sjálvsmynd og ein málningur, sum ímyndar niðurtøkuna av krossinum.

Tað var Annika Olsen, borgarstjóri, ið setti framsýningina. Listamaðurin, Torbjørn Olsen var eisini til staðar og Stanley Samuelsen sang nøkur løg.

Framsýningin verður opin til sunnudagin, 27. august.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo