Ein áhugaverd listaframsýning verður komandi dagarnar í Smiðjuni í Lítluvík við listakvinnuni Ingu Samuelsen.
Inga Samuelsen, sum er ættað úr Havn og býr í Hoyvík hevur málað í eini 12 ár og sýnir fram akrylmálningar, sum allir eru málaðir tvey tey seinastu árini. Inga hevur sjálv funnið fram til henda serliga stíl í sambandi við útbúgving á listaskúlanum Bjørn Ignatius Øckenholt Billedkunstskole í Keypmannahavn.
Íblásturin til litríku og positivu myndirnar fær Inga úr náttúruni, úr bókum/bløðum, digitalum miðlum og úr gerandisdegnum og eru myndaevnini samansetingar av hesum. Liturnir eru nóvir og sterkir og spæla væl saman.
Inga hevur 30 málningar við á framsýningini.
Framsýningin letur upp í dag kl. 16 og hevur opið soleiðis:
Fríggjadag 25. aug. kl. 16-19
Leygardag 26. aug. kl. 10-17
Sunnudag 27. aug. 14-18
Mánadag 28. aug. 10-18
Týsdag 29. aug. 10-18
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo