Hósdagin 10. august 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við íslendska listamanninum Þorlákur Kristinsson, vanliga nevndur Tolli Morthéns.
Fernisering verður kl. 15:00 og kemur Sif Gunnarsdóttir stjóri í Norðurlandahúsinum at flyta fram røðu og møguleiki er at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, kemur Jógvan Hansen at syrgja fyri tónleikinum.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi allan august mánaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo