Norðurlandahúsið vendir sjóneykuni ímóti Svøríki við pallsettum stórverki eftir Bergman, virðisløntum tónleikarum, undurfullum barnaleiki og lýsandi framsýning o.m.ø.
23.-29. september verður afturvendandi festivalurin Land í eygsjón á skránni og í ár verður svensk list og mentan hátíðarhildin.
Eitt tað kendasta listafólkið úr Svøríki man vera leikstjórin og rithøvundurin Ingmar Bergman. 29. og 30. september sleppa føroyingar at uppliva Bergman á palli, tá Uppsala Stadsteater kemur til Føroya at framføra eina nýggja pallseting av “Scener ur et äktenskap”. Seks leikarar eru við og fleiri teirra eru kendir úr sjónvarpsrøðum so sum Bron/Broen (Dag Malmberg), Fjällbackamorden (Eva Fritjofson) og Rederiet (Mikaela Ramel).
Til børnini kemur bergtakandi leikurin “Papper - en ordløs saga om livet” frá Marionetteatern í Stokkhólmi. Ein hugfjálgur leikur, sum tekur støði í hugflogi barnanna. Úr pappíri skapast sveimandi fuglar, flákrandi firvaldar, ein hábærslig skjaldbøka og óteljandi aðrar verur. Pappírið verður rukkað, boygt, snúrað og skrætt, og verurnar umskapast, hvørva og koma aftur til lívs. “Papper” verður sýndur 27. september.
Land í eygsjón: Heja Sverige! byrjar 23. september við okkara egna Føroya symfoniorkestri, sum spælir eina skrá av nýggjum og eldri svenskum tónleiki, m.a. cellokonsertini “Songs form the Milky Way”, sum vinnarin av tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2015, Svante Henryson hevur skrivað og fer at framføra.
Við sær hevur Svante eina jazz-kvartett og konuna Katarina Henryson, kend úr sangbólkinum the Real Group, sum hann hevur givið fløguna “High, Low or in Between” út saman við. Jazz-kvartettin og duoin hjá Svante og Katarinu hava konsert sunnudagin 24. september.
23. september letur eisini forkunnug framsýning hjá svensku listafólkunum Rydh/Sörensen upp. Rydh/Sörensen arbeiða við at skapa fyribils, staðkend verk í náttúruni. Eitt projekt, tey kalla Environmental Ephemerals, og sum hevur sín íblástur úr Land Art rørsluni. Tað at skapa nakað, sum er stokkut og fyribils, letur upp fyri eini serligari sjarmu og fyri heimspekiligum møguleikum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo