BirkBlogg: Her er íslendski leikstjórin, Guðmundur Arnar Guðmundsson (f. 1982), tá hann fekk fyrstu filmsvirðisløn í Lubeck í november í fjør fyri filmin Hjartasteinn.
Hann er ein av fimm norðurlendskum filmum, sum nú eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 danskar krónur.
Tað var kunngjørt úr Eddabiografinum í Haugesund í sambandi við tiltakið New Nordic Films í kvøld.
Allir fimm filmarnir verða eisini sýndir á staðnum, har altjóða filmsstevna er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo