BirkBlogg: Norðurlendska filmsfelagið, Scanbox, sigur frá, at tey hava tryggjað sær rættin at leiga nýggja filmin hjá Wim Wenders, Submergence, til biografar í Norðurlondum. Frumsýning á okkara leiðum, tað vil siga í Danmark, Føroyum og Grønlandi, er sett til 7. desember.
Lyklaorðini, sum eru knýtt at lýsingatilfarinum um filmin, eru drama, romantikkur, thriller.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo