Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faroe Origin: Felagið Faroe Origin seldi trolararnar Rók og Lerk av landinum í novembur mánaða í 2021 og fekk tá eina tvey ára tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip.

Miðvíst arbeiðið er gjørt fyri at finna hóskandi skip til virksemi hjá Faroe Origin.

Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð arbeitt við ymiskum loysnum og kanna hvørjir møguleikar eru.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum varð at gera sáttmálar við Karstensen Skibsvært í Skagen um bygging av tveimum trolarum.

Tann fyrri verður liðugur í februar 2026 og tann seinni í maj 2026. Talan er um tveir eins trolarar sum verða 44,10 metrar langir og 11,50 metrar breiðir við 2400 Hk.

Køling/frysting:
Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli. Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur.

Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð.  

Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.

Alt til lands:
Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.

Umhvørvi:
Hugsa er eisini um umhvørvið – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvi sum møguligt og harvið veiða burðardygt.

Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm.

Manning:
Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo