Tað gekk væl hjá whisky brennarínum Faer Isles Distillery í Vestmanna at útvega meira partapening.
Tekningarupphæddin fyri altjóða hópfíggingarumfarið í summar er 4.559.500, sum er býtt á 20.725 B-stykkjakapitalpartar, upplýsir Faroe Law.
Dánial Hoydal, sum er annar av stjórnum, sigur, at tað er ikki endaliga gjørt upp enn eftir nýtekningina av partapeningi, so í veruleikanum kom nakað meira inn enn tað sum nevnt verður omanfyri.
Hann væntar, at um ikki so langa tíð verður endaliga talið klárt.
Nú eru yvir 1.000 partaeigarar úr 25 londum í nýggja distillarínum, sum longu hevur vunnið fleiri virðislønir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo