Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men helst fer okkurt út í næstum Fýra eru við Føroyar og tvey eru við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri vikuna sum kemur.

Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan líður. Veðrið verður umskiftandi, so tí er ikki væntandi at tað verður nógvur útróður. Bárnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Bara ein djúpvatnstrolari er úti og landar fyrst í vikuni. Hann hevur fiska svartkalva og kongafisk. Helst fer onkur út, tá veðrið batnar.

Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Væntandi fer okkurt parið avstað í næstum.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men helst fer onkur út tá veðrið batnar.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo