MAGN: Regin Mittún er settur sum fíggjarstjóri í orkufelagnum Magn.
Hann er 44 ára gamal og útbúgvin grannskoðari frá Handilsskúlanum í Keypmannahavn. Regin hevur bæði drúgvar leiðsluroyndir og breitt handilsligt innlit. Seinastu fýra árini hevur hann verið fíggjarstjóri í fyritøkuni Globe Tracker, sum mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Fyrr hevur hann eisini verið fíggjarstjóri í Betri Trygging, umframt at hava arbeitt sum grannskoðari hjá Spekt og Deloitte.
Nú skal hann menna og stýra fjølbroytta fíggjarumhvørvinum í Magn-samtakinum.
- Sum orkuveitari er Magn eisini virkin slóðbrótari í grøna orkuskiftinum, og Regin hevur vitan og royndir, sum eru umráðandi fyri framsøknu ætlanirnar, ið vit hava lagt fyri framtíðina, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn.
Regin Mittún tók við starvinum tann 01. September.
155 starvsfólk arbeiða hjá Magn, svarandi til 91 ársverk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo