Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan:  Inntøkubýtið í Føroyum er nærum óbroytt. Í 2021 var gini-talið 21,0 í mun til 21,1 árið fyri, og fimtingslutfallið stendur í stað.

Fleiri mát verða brúkt lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi. Tvey av teimum mest kendu eru gini-talið og fimtingslutfallið.

Grundarlagið undir mátunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).

Ójavnin óbroyttur
Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum í javnvirðisinntøku. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100. Í 2021 var gini-talið 21,0 í mun til 21,1 árið fyri.

Ovasti fimtingurin hevur 2,9 ferðir størri inntøku enn lægsti fimtingurin
Sama mynstur vísir seg, tá hugt verður eftir fimtingslutfallinum. Í 2021 hevði ovasti fimtiparturin 2,9 ferðir so nógv sum lægsti fimtiparturin í inntøku. Í 2020 var talið somuleiðis 2,9. Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimtiparturin ræður yvir samanborðið við tann lægsta fimtapartin.

Minni ójavni í Føroyum sammett við aðrastaðni
Gini-talið í Føroyum er minni enn í londunum kring okkum. Í Danmark og samlað fyri ES-lond er gini-talið størri enn 30. Í Grønlandi er gini-talið upp aftur størri, har tað er 34. Noreg og Svøríki hava eitt gini-tal, ið er ávikavist 27,9 og 26,8. Sostatt eru inntøkurnar í Føroyum javnari býttar enn í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við.

Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um inntøkubýti, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av fimtingslutfallinum í einum video

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo