Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Innflutningurin av hálvdrúgvum nýtsluvørum (t.d. klæðir) og drúgvum nýtsluvørum (t.d. sjónvørp og bilar) hevur síðani endan av 2021 staðið í stað, sí mynd 1. Hetta bendir á, at nýtslan av hálvdrúgvum og ódrúgvum vørum er minkað í nøgdum, nú ið vørurnar, vit innflyta, eru vorðnar dýrari í prísi.

Handilsvinnan sigur frá, at eftirspurningurin eftir teimum dýru merkjunum av ymsum innbúgvi er minkaður, men tey flestu lata væl at hóast alt. Bilasølan er minkað munandi og tað gevur ábendingar um at húsarhaldini eru blivin meira afturhaldin við at gera stór keyp.

Innflutningurin av ódrúgvum vørum, sum eitt nú eru matvørur, er hinvegin øktur (mynd 1). Hetta merkir, at nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum er broytt á tann hátt, at gerandisvørurnar fylla meira enn áður í samlaðu nýtsluni.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo