Vinnuhúsið: Alvi Hjelm byrjaði í farnu viku sum ráðgevi hjá Vinnuhúsinum. Alvi er útbúgvin Cand.merc.(jur.) frá Copenhagen Business School og hevur royndir frá danska fíggjareftirlitinum.
Starvið fevnur um ráðgeving av limunum í Føroya Arbeiðsgevarafelag innan setanar- og sáttmálaspurningar.
Harumframt er Alvi tengdur at Ráðgevarafelagnum og Handilsvinnufelagnum sum ráðgevi og skrivari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo