Vinnuhúsið: Sakaris Frederiksen og Hans Jákup Kollslíð stóðu fyri vali og teir vóru báðir afturvaldir.
Tiltakslimurin Mimmy Vágsheyg var eisini afturvald.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árið frammanundan, við Árna Olsen sum formanni.
Nevndini er sostatt:
- Árni Olsen, formaður
- Henny á Líknargøtu, næstformaður
- Hans Jákup Kollslíð
- Sakaris Frederiksen
- Jenny í Heiðunum
- Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur
Endamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at ferðavinnan vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo