Vinnuhúsið: Á Vinnudegnum fer Jon Andersen at greiða frá sínari søgu, um áhaldandi at koma upp aftur á føtur, at stríðast og tora at fylgja sínum dreymum
Jon Andersen er strategiskur stjóri og stovnari av STATE og fer á ársins Vinnudegi at siga frá síni ferð sum íverkseti. Ein ferð, um áhaldandi at koma upp aftur á føtur, at stríðast og tora at fylgja sínum dreymum. Hann fer at greiða frá vørumenningini og um at fáa útvega pening.
Jon Andersen búði í Føroyum eitt tíðarskeið í 2012 og spældi fótbólt við B68, og tá hann um heysti, við útsýni yvir tey føroysku fjøllini, fekk hugskotið til STATE.
Handan STATE eru kendir profilar eitt nú danska Manchester United stjørnan Christian Eriksen, altjóða ímyndin og Grand Slam vinnarin Caroline Wozniacki, viðeigari og fótbóltsvenjari í Serie A Jens Bangsbo, frælsítróttafólk, fakfólk og ein ørgrynna av ambassadørum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo