Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Blue Faroe Islands: Blue Faroe Islands hevur ment eina nýggja tænastu, sum kallast BLUE FAROE ISLANDS - Maritime Business Directory. 

BFI Maritime Business Directory er almenn og ókeypis hjá øllum at nýta.

Hóast talan er um føroyskar fyritøkur í Maritime Business Directory, er innihaldið á enskum, við tí fyri eyga at marknaðarføra og upplýsa føroysku maritimu vinnuna uttanlanda. Enska málið er so mikið nógv nýtt í vinnuni, at Maritime Business Directory, verður eisini staðið har, føroyska vinnan kann finna samstørv og vørur.

Høvuðsendamálið við at samla føroysku fyritøkurnar á einum stað á netinum, er at sjónliggera maritimu vinnuna í Føroyum fyri útlendskum kundum.

Føroyar hevur altíð livað av sjónum og tað koma vit framvegis at gera. Av somu orsøk trúgva vit, at tað umfatandi og serstaka føroyska tilfeingi innan maritimu vinnuna, hevur stórar vakstrarmøguleikar.

Blue Faroe Islands hevur verið til nú í góð 2 ár og er í áhaldandi menning. Lesara- og hyggjaraskarðin er í vøkstri og Blue Faroe Islands hevur nú ein trúfastan skarða av lesarum og hyggjarum.  Eisini hevur Blue Faroe Islands tikið stig til at arbeiða við føroyskum landabásum til ymiskar messur uttanlanda innan td. innovatión og shipping.

Endamálið við Blue Faroe Islands er at kunna um mál, sum hoyra sjóvinnuna til. Blue Faroe Islands gevur aktørunum ein beinleiðis pall at deila og finna kunning sum er viðkomandi fyri vinnuna í Føroyum. Blue Faroe Islands varpar ljós á millum annað útbúgvingar, skeiðir, størv og feløg innan sjóvinnuna. 

Undirtøkan fyri Maritime Business Directory er góð. Umleið 35 fyritøkur hava boðað frá at tey eru við, sum svarar til gott og væl til 20% av maritimu fyritøkunum í Føroyum. Góð helvtin av teimum eru komnar á listan, ímeðan hinar eru í gongd við at blíva skrásettar og tøppaðar inn. 

Vitja Maritime Business Directory á www.bluefaroeislands.com/directory 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo