Tórshavnar kommuna: Kvinnulandsliðið Í fótbólti hevur fyrireikað seg væl til landsdystin í kvøld móti Íslandi, sum verður leiktur á Tórsvølli. Men seinnapartin í gjár góvu føroysku landsliðsleikararnir sær eisini stundir til at hitta børnini, sum ganga í Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt.
Kvinnurnar vóru sannar stjørnur hjá børnunum. Børnini stóðu í longum bíðirøðum at fáa nøvnini hjá leikarunum skrivað á pappír og eisini bóltar, sum børn høvdu við.
Børnini royndu seg eisini móti kvinnunum í ítróttarhøllini í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tær bæði sparkaðu og spældu hokki.
Dysturin millum Føroyar og Ísland á Tórsvøll verður bríkslaður ígongd kl.17 í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo