Á Fløtum sæst nú av álvara, at Føroya størsti skúli er ávegis at verða bygdur. Og nú fer Tórshavnar kommuna at bjóða øllum áhugaðum listafólkum at geva sítt boð uppá, hvussu Skúlin á Fløtum skal listprýðast.
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt av at geva øllum listafólkum møguleika at vera við. Arbeiðið at gera nýggja skúlan byrjaði á heysti 2016, og eftir ætlan stendur skúlin liðugur í 2020. Samlað eru setta av 2,5 mió. kr. til at listprýða nýggja skúlan.
Í næstum verður lýst alment við treytum og øðrum, sum listafólkini skulu halda seg til.
Miðað verður eftir, at Skúlanum á Fløtum verður listprýddur á høgum listarligum stigi í góðum samspæli við byggilistina, virksemið og fólkið, sum bygningurin skal hýsa.
Í høvuðsheitum hevur Listabólkurin eingi beinleiðis innihaldslig krøv til listprýðingina uttan tað, at listafólkini eiga at hugsa um móttakara. Skúlin hevur tó í byggiskránni ynski um, at innlæring er sjónlig og sniðfast høvuðsevni, sum eisini kann fata um likamligu rørslur næminganna.
Listabólkurin leggur dent á, at hesi ynski kunnu nýtast sum íblástur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo