Fróðskaparsetrið: Til bachelorútbúgvingar á Setrinum er upptøkukravið, at tú hevur staðið gymnasialt miðnámsprógv, umframt at tað til nakrar av útbúgvingunum krevst, at tú lýkur møgulig serkrøv. Nærri kunning um serkrøv eru at finna á heimasíðuni inni undir teimum einstøku útbúgvingunum.
Fyri umsøkjarar, sum søkja inn eftir kvotu 1, verður einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum. Hinvegin er eisini møguleiki at søkja inn eftir kvotu 2. Hetta er fyri tey, ið antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, ella at tey hava útlendsk miðnámsprógv. Nærri kunning um hetta er at finna HER
Umsóknarfreistin til kvotu 2 er 15. apríl kl. 24:00
Til ber at søkja elektroniskt á netinum. Sí nærri HER.
Í ár verður talan um upptøku til 11 bachelorútbúgvingar. Hesar eru:
- KT-verkfrøði
- Fólkaskúlalærari
- Námsfrøði
- Sjúkrarøktarfrøði
- Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
- Politikkur og umsiting
- Søga - smátjóðir og altjóðagerð
- Føroyskt - mál og bókmentir
- Vistfrøði (lívfrøði)
- Havlívfrøði
- Mýlalívsvísindi (lívfrøði)
Umsóknarbløð, saman við leiðbeiningum og nærri kunning annars, eru at finna HER á heimasíðuni.
Til ber at fáa nærri kunning um at søkja inn eftir kvotu 2 HER, eitt leinki til stroyming, tá ið Fróðskaparsetur Føroya hevði kunningarfund um kvotu 2-umsóknir mikudagin 21. mars.
Nærri kunning fyri hvørja útbúgving sær, er eisini at finna HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo