Skúlablaðið: Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 21. apríl er m.a. val til nevndina á skránni. Tá freistin at stilla upp var úti leygardagin 31. mars 2018, høvdu fýra stillað upp. Tveir nevndarlimir standa fyri vali, skrivar Skúlablaðið.
- Tey, ið standa fyri vali, eru Jacob Eli Olsen, næstformaður og lærari í Eysturskúlanum, og Andrea á Rípuni, kassameistari og lærari í skúlanum á Giljanesi. Tey stilla bæði uppaftur.
- Umframt tey bæði stilla Jákup av Skarði, fyrstilærari í skúlanum í Nólsoy, og Anna Dalsgaard, lærari í skúlanum á Fløtum, upp til nevndarvalið.
Aðalfundur Føroya Lærarafelags verður í Læraraskúlahøllini leygardagin 21. apríl 2018 kl. 10.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo