Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Jørgen Meitilberg í starvið sum leiðara á Studna frá 1. mars 2018 at rokna.
Tað boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Jørgen Meitilberg er 42 ára gamal og útbúgvin cand.mag. í søgu og stjórnmálafrøði.
- Jørgen Meitilberg hevur týðandi leiðsluroyndir sum fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt hevur hann arbeitt sum fulltrúi í Mentamálaráðnum í nøkur ár, stendur í tíðindaskrivinum.
19 umsóknir vóru til starvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo