Týskvøldið 13. mars klokkan 19 verður árliga várkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali.
Nýkosnu FM vinnararnir í Ungum virki fara at sýna fram, og næmingar fara at greiða frá námsferðum og verkætlanum. Nógvur tónleikur er eisini á skránni. M.a. fara VSJ og Dávur á Reynatrøð at framføra teirra háaktuellu sangir, og framførslur hjá bæði tónleikaflokkunum og skúlakórinum eru á skránni.
Fastur táttur á várkvøldsetuni er at skúlin bjóðar einum fyrrverandi næmingi at greiða frá sínari útbúgvingar- og yrkisleið. Í ár er gesturin Margareth Djurhuus, leiðari í Betri í Klaksvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo