Skúlablaðið: 7. mars í ár legði Sonja Jógvansdóttir uppskot fyri tingið um broyting í lógini um frítíð. Broytingaruppskotið er stutt og greitt, at í § 7 skal sum stk. 3 setast inn: ”Gerst løntakari sjúkur í frítíðini, telja dagarnir, sum viðkomandi er sjúkur, ikki sum frídagar.” So er einki ivamál, at øll hava rætt til frítíð og at gagnnýta frítíðina.
Tað verður sera áhugavert at fylgja við, hvussu viðgerðin av hesum máli verður. Kunnu vit vænta, at sitandi samgonga fer at vísa seg sum samgongan sum, í hvussu er sambært hugsjónum, stevnuskrá og politiskari fatan, er vinur arbeiðstakaranna. Ella er alt bara spæl fyri gallarínum? skrivar formaðurin í Lærarafelagnum millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo