Flogbørn er eitt tiltak fyri børn frá 6 til 12 ár. Tey spæla flogbólt á einum badmintonvølli, har nethæddin er tveir metrar. Venjingin er býtt upp í 5 torleikastig. Øll kunnu vera við, rúm er fyri øllum, tú kanst spæla við longu frá fyrstu venjing, og tí er hetta heimsins besta bóltspæl fyri børn.
Hetta halda eisini nógvir ítróttarlærarar. Foreldrini og tey, sum hava serliga vitan um menning hjá børnum, eru púra samd. Skúlarnir eru vorðnir ein aktivur partur í at menna Flogbørn. Skúlarnir fáa vitjanir, har Flogbóltssambandið skipar fyri frálæru og venjingum.
Farnu viku var kapping á Hálsi fyri 3. flokkar, í morgun kappaðust 250 næmingar úr 4. flokki frá ymsum skúlunum. Tað var Skúlin við Løgmannabreyt, sum vann kappingina, og Annika Olsen, borgarstjóri, handaði steyp til fegnu næmingarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo