Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í tíðindasendingini í útvarpinum, mikukvøldið 30. januar, var Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, spurdur um, hví lærarar í fólkaskúlanum við ískoytisútbúgvingum ikki fingu førleikaviðbøtur.

Í avtaluni um flokking millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag hevur síðan 2008 staðið:

“Førleikaviðbót kann latast fyri eftirútbúgving....”

Henda heimild at lata førleikaviðbøtur hevur ongantíð verið brúkt. Og tað segði Jan Mortensen eisini.

Síðan kom Jan Mortensen við sínum grundgevingum.

Í fyrsta lagi, at Mentamálaráðið hevur goldið eftirútbúgvingina, og eftir øllum at døma skulu lærarar verða takksamir fyri tað og ikki krevja løn umframt.

Í øðrum lagi, at lærarar við eftirútbúgving fáa tíð avsetta til at arbeiða innan ávísa økið, sum um tað er ein samsýning og ikki ein spurningur um at átaka sær eina serstaka arbeiðsuppgávu í fólkaskúlanum.

At enda rør Jan Mortensen fram undir, at tað er við vælsignilsi frá Føroya Lærarafelag, at lærarar ikki fáa førleikaviðbøtur, og at Føroya Lærarafelag í onkrari óskrivaðari semju hevur selt førleikaviðbøturnar í býti fyri “ókeypis” útbúgving og tímar til at røkja arbeiðið.

Her gleppur ketan av.

Í øllum samráðingum síðan 2008 hevur Føroya Lærarafelag havt við í samráðingarupplegginum, at orðingin um førleikaviðbøtur skal broytast frá at “Førleikaviðbót kann latast fyri eftirútbúgving....” til: “Førleikaviðbót skal latast fyri eftirútbúgving....”

Hetta fyri at tað verður álagt Mentamálaráðnum at fylgja ásetingini. At tað ikki hevur eydnast Føroya Lærarafelag at fáa hesa broyting framda, er eingin góðkenning av verandi støðu.

Í Degi og Viku sama kvøld hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, eina meira hóvliga útlegging av spurninginum.

Hon er ikki fyri, at ávísir lærarar fáa lønarískoyti, men vildi heldur, at peningurin var nýttur til at seta fleiri tímar av til arbeiðið hjá serútbúnu lærarunum.

Tað er í hvussu er ein almenn staðfesting av, at lærarar, ið røkja serstakar uppgávur í fólkaskúlanum, ikki hava nóg nógva tíð til at røkja hesar uppgávur.

Eisini sigur Rigmor Dam, sum rætt er, at semja er ikki ímillum lærarar um, at ávísir lærarar skulu hava ískoytisløn ella, um so er, hvørjir lærarar skulu hava ískoytisløn.

Hetta er sjálvsagt eitt mál, sum Lærarafelagið innanhýsis má fáa greiðu á.

At enda heldur Rigmor Dam, at Mentamálaráðið og Lærarafelagið eiga at seta seg saman at tosa um málið.

Hetta er at fegnast um, tí tað hevur Lærarafelagið hugsað og ynskt leingi.

Í samráðingunum er eingin hurð latin á glopp, og rætt er, at vit ikki hava sparkað hurðina hjá landsstýriskvinnuni inn, men hesi innbjóðingini fara vit at taka av.

Vegna Føroya Lærarafelag
Herálvur Jacobsen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo