Fróðskaparsetrið: Katrin og Tóra vardu masterritgerð sína "Patients’ self-care and knowledge about heart failure improves following nurse educational intervention. A prospective study from the Faroe Islands". Tær báðar eru soleiðis tær fyrstu master í heilsuvísindum í Føroyum.
Tær hava kannað, um undirvísing og interventión frá sjúkrarøktarfrøðingum ber við sær betri eginumsorgan og størri vitan hjá sjúklingum við hjartasviknan í Føroyum.
Vegleiðari á ritgerðini var Marin Strøm, lektari á deildini, og Ása Róin, adjunktur, er útbúgvingarleiðari á master í heilsuvísindi.
Tikið verður inn aftur til master í heilsuvísindum til heystið 2018, har umsóknarfreistin er 1. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo