Skúlablaðið: Próvstovan skipar vegna Mentamálaráðið fyri PISA-kanningini og samskiftir við teir skúlar, sum luttaka.
Í kunning frá Próvstovuni sæst, at kanningarstøðini skipa fyri, at høli og annar útbúnaður er klárur til kanningina. Skúlarnir skipa fyri, at næmingarnir koma til kanningarstøðini og um neyðugt fyri flutningi.
PISA 2018 er í fleiri pørtum. Fyrst er stutt frálæra í skipanini. Síðani kemur sjálv PISA-kanningin, ið er í tveimum eindum. Hvør eind varir 60 minuttir. Eftir stuttan steðg kemur seinasti partur av PISA-kanningini. Í hesum parti skulu næmingar svara spurningum um bakstøðið hjá sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo