Tórshavnar kommuna: Øll listafólk hava møguleika at koma við uppskoti at listprýða Skúlan á Fløtum. Listabólkurin hevur eingi beinleiðis innihaldslig krøv til listprýðingina uttan tað, at listafólkini eiga at hava fyrilit fyri móttakaranum. Skúlin hevur tó í byggiskránni ynski um, at innlæring er sjónligt og sniðfast høvuðsevni, sum eisini kann fata um likamligu rørslur næminganna.
Men listafólk, sum vilja taka lut í útbjóðingini, skulu siga Listabólkinum frá við telduposti til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 1. mars 2018 kl. 12.00.
Tey, sum tá hava boðað frá luttøku, verða boðin til kunningarfund í fundarhølinum á Fløtum, Janusargøta, mánadagin 12. mars 2018 kl. 16.00. Til staðar verða arkitektarnir og listabólkurin, sum greiða frá verkætlanini, og tilfar um skúlan verður útflýggjað.
Tá ið listabólkurin síðan hevur tikið avgerð um, hvør ella hvørji listafólk verða biðin um at gera listaverkið/listaverkini, verður sáttmáli gjørdur við viðkomandi listafólk, har m.a. treytir fyri avhending, uppseting, kostnað og annað verða ásettar.
Uppskotini skulu vera Listabólkinum í hendi í seinasta lagi 1. mai 2018, kl. 12.00. Uppskotini skulu sendast til torshavn(at)torshavn.fo
Lesið meira HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo