Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur løggildað fleiri vatnveitingar hjá Runavíkar kommunu. Talan er um vatnveitingina í Rituvík, í Æðuvík, í Funningi og í Søldafirði umframt vatnveitingarnar til ídnaðarvatn í Saltangará og frá Prestá.

Vatnveitingin í Rituvík veitir vatn til á leið 350 fólk. Vatnveitingin í Æðuvík veitir vatn til á leið 90 fólk. Vatnveitingin í Funningi veitir vatn til á leið 50 fólk. Vatnveitingin í Søldafirði veitir vatn til á leið 350 fólk. Vatnveitingarnar við Prestá og í Saltangará veita vatn til virkir í kommununi. 

Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í hesum sambandi er góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina eftirhugt. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest.

Frammanundan er vatnverkið á Lambareiði, sum veitir vatn til á leið 2420 fólk í Lamba, Lambareiði, Glyvrum, Saltangará og Runavík, løggildað.

Tilsamans eru nú 23 vatnveitingar løggildaðar. Hesar vatnveitingar síggjast á yvirliti www.hfs.fo > matur og matvøruframleiðsla > góðkenningar > drekkivatn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo