Ein Putin-kritikari afturat er «dottin út gjøgnum vindeyga» og umkomin.
Talan er um vinnulívsmannin Mikhail Rogatsjev, 64 ár, fyrrverandi varastjóri í Norilsk Nickel og varaforseti í oljufelagnum Yukos, sum datt út gjøgnum vindeyga í 10. hædd í Moskva, sambært The Telegraph.
Ríkismiðlarnir skriva at talan var um sjálvmorð.
Sambært altjóða miðlum so hevur Rogatsjev áður funnist hvassliga at innrásini hjá Vladimir Putin í Ukraina.
Men keldur sum kendu Rogatsjev siga við óhefta miðilin The Moscow Times, at hann var hvørki illa sjúkur ella hugsaði um at beina fyri sær, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo