Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frítt Val: Felagsskapurin Frítt Val, sum arbeiðir fyri fleiri abortrættindum í Føroyum, er tilnevndur til Pigeprisen hjá PlanBørnefonden og komandi mánaðin ber til at atkvøða, um tú heldur Frítt Val skal vinna.

Hvørt ár heirðar PlanBørnefonden einum felagskapi ella einstaklingi sum hevur gjørt nakað serligt fyri javnstøðu í danska kongaríkinum. PlanBørnefonden sigur soleiðis um tilnevningina av Fríum Vali:

“Felagsskapurin Frítt Val er tilnevndur til Pigeprisen 2024 fyri at varpa ljós á vantandi abortrættindi í Føroyum og teirra arbeiði við at broyta abortlógina, so at kvinnan eigir valið. Síðani 2018 hevur Frítt Val birt undir kjakið um abort, sum hevur givið fleiri gentum og kvinnum møguleikan at standa fram, og fortelja teirra søgu, um tær avleiðingar tær uppliva í eini óynsktari viðgongu, tá lógin forðar teimum at taka abort.”

Millum átøkini seinasta árið er tiltakið Femifagnaður, kravgonga fyri rættinum at velja sjálv, videoátakið “Eg havi tikið abort” og átakið “Abort í útlegd” – alt hetta eru tiltøk sum leggja dent á føroyska stuðulin til rættin og tað avgerandi í at kunna velja abort og at føroyingar taka abort, óansæð hvør lóggáva er galdandi.

Heiðurslønin er 20.000 kr, sum kunnu fara til áhaldandi arbeiði hjá Fríum Vali fyri at skapa eitt virðiligt kjak um abort í Føroyum, at leggja trýst á politikkarar og tryggja at føroyingar eisini fáa rætt til sjálvvalda abort.

Vinnarin í 2023 var Aka Hansen, filmskapari og aktivistur, sum arbeiðir fyri rættindum hjá grønlendska fólkinum, og serliga kvinnum og gentum, við at varpa ljós á grønlendska mentan og skapa eina fjølbroytta mynd av Grønlandi.

Freistin at atkvøða er 13. novembur 2024 og vinnarin verður avdúkaður 14. novembur 2024.

Leinkið til atkvøðugreiðsluna: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo