Allur streymurin fór á Kuba í gjár, og sum skilst verður framvegis arbeitt við at fáa rættlag á aftur streymveitingina.
Trupulleikin byrjaði, tá høvuðs ravmagnsverkið á oynni fekk ein feil og steðgaði framleiðsluni. Stutt eftir var streymurin farin um alt Kuba.
CNN skrivar, at fólk á Kuba hava fingið at vita, at skúlar, handlar, og alt óneyðgt handilslív skal steingja, til trupulleikin er loystur.
Handilstiltøkini hjá USA ímóti Kuba umframt oyðileggingar frá herviligum ódnum í seinastuni fáa skyldina fyri streymslitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo